Kritikarar langa út eftir Blachman og DR

Kritikarar í Danmark vísa í hesum døgum sína ónøgd við DR, eftir at fyrrverandi X-Factor dómarin, Thomas Blachman, í vikuni frumsýndi sína fyrstu kontroversiellu sending á DR.

 

 

Fleiri kendir danir kritisera DR, og siga millum annað, at Danmarks Radio er í andaligari kreppu. Sendingin "Blachman" er bert ein av fleiri sendingum, sum vísa trupulleikan hjá DR, sigur eitt nú bispurin í Aarhus Stift Kjeld Holm við Kristeligt Dagblad í dag. Hann heldur, at DR í stóran mun bert framleiðir tvætlut undirhald.

 

- Tær mentanarligu og andaligu sendingarnar eru fluttar til niche kanalir, meðan fjøldin skal sláa seg til tols við tvætl. Tað er ein løgin hugsan at hava um hyggjararnar, sigur hann við Kristeligt Dagblad í dag.

 

Eisini Anne Sophie Hermansen, sum er mag.art í bókmentavísund sigur, at sendingin "Blachman" er eitt dømi um ein størri trupulleikan.

 

- Uppgávan hjá DR er at verja um mentanarligu virðini, tryggja góðsku og fjølbroytni. At hendan sendingin verður víst á DR vísir, at strembanin eftir størri hyggjaratølum hevur meira at siga enn andaligar og intellektuellar ambitiónir, sigur hon við Kristeligt Dagblad.

 

Les meira um málið her.

 

www.kristeligt-dagblad.dk/artikel/504747:Danmark--DR-kritiseres-for-aandeligt-armod