Um vikuskiftið var skjótikapping við luftbyrsu á Skála. Vinnari hesuferð við methøgum stigatali (212 stig) var tann sami sum seinast, Kristvar Nilssen.
Sum nakað serstakt, so kappaðust vanligar luftbyrsur (fjarðabyrsur) og tær nýggju (pcp byrsurnar) í hvør sínum bólki. Eisini varð kappast í standandi støðu.
Vinnari í fjarðabyrsukappingini gjørdist Rógvi Mohr við 134 stigum, meðan Bárður von Poulsen vann kappingina í standandi støðu.
Luttakartalið hesaferð var nakað væl lægri, enn tað plagar. Hetta komst av, siga fyrireikararnir, at fleiri av teimum, ið plaga at luttaka, høvdu annaðhvørt ikki skrásett sær byrsurnar - ella høvdu ikki fingið sær vápanaloyvi.
- Tað gleðir okkum sjálvsagt, at eisini tey, sum skjóta við luftbyrsu sum ítriv, vilja halda vápnalógina og vilja bíða við at koma við til kappingar, til hesi viðurskiftini eru komin upp á pláss.
Fyrireikararnir fegnast eisini um, at nýggj andlit ikki smæðast við at melda til kappingar. Nú fýra kappingar hava verið, hava út við 100 ymiskir luttakarar verið við í hesum kappingum, og nýggj andlit eru við hvørja ferð.
- Ætlanin er at hava eina kapping aftur um hálvan mars ella so, siga fyrireikararnir og vísa til Facebook-bólkin - Luftbyrsuskjóting í Føroyum - har eisini fleiri myndir av luttakarunum frá undanfarnum kappingum eru at síggja.