Kristvar bestur í luftbyrsuskjóting

Í dag hevur almenn kapping í luftbyrsuskjóting verið í høllini hjá EL-Service á Skála.

Í dag hevur almenn kapping í luftbyrsuskjóting verið í høllini hjá EL-Service á Skála.

 

Teinurin, sum skotið varð, er 43 metrar. Skotið verður fimm ferðir fimm skot á skivur og tann, ið hevur hægsta stigatal samanlagt, gerst vinnari.

 

Tríggir teir fremstu í kappingini í dag gjørdust -

 

Nr. 1. Kristvar Nilssen (209 stig)

Nr. 2. Ian D. Jacobsen (202 stig)

Nr. 3. Magnus Dánjalsson Ennistíg (201 stig)

 

Teir flestu, sum luttaka í kappingini í luftbyrsuskjóting, brúka sonevndar Pcp-luftbursur. Nakrir brúktu fjarðabyrsu, og har gjørdist Rógvi Mohr bestur við 102 stigum.