Tá Jesus fylgdist við tveimum lærisveinum sínum eftir vegnum til Emmaus, aftaná uppreisnina, lesa vit, at Jesus talaði til teirra um alt tað, sum stóð skrivað um hann í øllum skriftunum. Hetta lesa vit um í Luk.24,27v. Hetta er óivað besti bíbliutími sum nakrantíð hevur verið hildin um Kristus-profetiini í gamla testamenti, tí her var tað Meistarin sjálvur, sum undirvísti.
Veruleikin er tann, at í øllum skriftunum í gamla testamenti, líka frá Mósebókunum, ígjøgnum allar profetarnar og allar sálmarnar síggja vit endurloysaran Kristus sum ein gjøgnumgangandi reyðan tráð. Tað var hetta evni, sum fremmandamaðurin á Emmausvegnum, tí teir vitstu ikki við tað sama hvør hann var, talaði til teir um.
Hann talaði so væl og so spennandi, at hjørtu teirra brendu, tá teir sóu Hann í Skriftunum, tí hetta var einki minni enn ein sensatión fyri teimum, tí júst hetta var eitt av kardinalprógvunum fyri, at tann Jesus, sum teir høvdu fylgst við í trý ár, ikki einans var Jesus úr Nazaret, men var tann, sum hann segði seg at vera - Messias.
Nú hevur tú møguleikan at hoyra um hetta sera áhugaverda evni. Ígjøgnum oktobermánaða verða møtir hildin í Berøa í Saltangará, har evnið verður "Kristus í Skriftunum." Møtini vera hvørt mikukvøld kl.19.30 og hvørt sunnukvøld kl.18.00 Tað verða níggju møtir í alt, har ymiskir talarar luttaka hvør sítt kvøldið, og koma teir at lýsa evni frá hvør sínum parti av skriftini, baði í gamla- og nýggja testamenti.
Talarar
Símun í Túni og Páll Poulsen koma ávíkivist at tosa um Kristus í persónum og myndum í Mósebókunum. Karl Jóhan Nielsen kemur at tosa um Kristus í Rutts bók. Zacharias Zachariassen um Kristus í Sálmunum. Poul Jóhan Djurhuus um líðingar Kristusar í Sálmi 22. Og Símun Pætur á Torkilsheyggi kemur at tosa um Kristus í Esaiasar bók.
Vit fara eisini at hoyra um hvussu Kristus verður lýstur í nýggja testamenti. Hetta fara Svenning av Lofti, Poul Færø og Símun Absalonssen at røða um á trimum teimum seinastu møtunum í fundarøðini. Teir fara at vísa okkum hvussu Kristus verður lýstur í teimum fíra evangeliinum, í brøvunum og í Opinberingini.
Kom og verð við til hesi møtir og tú kemur at uppliva Kristus av nýggjum í skriftunum og tann sama eldin í hjartanum sum lærisveinarnir gjørdu, tá teir, á veg til Emmaus, sóu Kristus í Skriftini.
Bjóðað verður til drekkamunn eftir møtið hvørt mikukvøld, og har verður høvið at hava eina persónliga samtalu um evni, um so er at tú ynskir tað.
Aftaná seinasta møti, sum verður sunnukvøldið 31. oktober, er ætlanin at hava eina bóka-café í kjallarinum, har Logos bókhandil í Havn kemur at stilla bøkur fram til sølu.
Um tú ynskir at vita meiri um møtini, ert tú vælkomin at ringja 448314 ella 228314 ella GJARANES@POST.OLIVANT.FO