Kristus

Matteus sigur soleiðis frá um føðing Krists:

“Við føðing Jesu Krists gekk so til: Maria, móðir Hansara, var trúlovað við Jósefi; men áðrenn tey komu saman, royndist hon at vera við barn við Heilaga Andanum. Men við tað at Jósef, maður hennara, var rættvísur og vildi ikki gera hana til skammar fyri almenningi, ætlaði hann loyniliga at skiljast frá henni. Meðan hann nú hugsaði um hetta, vísti eingil Harrans seg fyri honum í dreymi og segði: "Jósef, sonur Dávid! Óttast ikki at taka til tín Mariu, konu tína! Tí tað, sum í henni er gitið, er av Heilaga Andanum. Hon skal eiga son, og tú skalt kalla navn Hansara Jesus; tí Hann skal frelsa fólk Sítt frá syndum teirra." Alt hetta hendi, fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er av Harranum við profetinum, sum sigur: "Moyggin skal verða við barn og eiga son, og navn Hansara skal verða kallað Immanuel" - sum útlagt er: "Gud við okkum." Táið nú Jósef var vaknaður upp úr svøvni, gjørdi hann, sum eingil Harrans hevði álagt honum, og tók til sín konu sína; men hann helt seg ikki til hennara, fyrrenn hon hevði átt son sín. Og hann kallaði navn Hansara Jesus.”

Tað eru teir ið royna at burturforklára, at føðing Jesusar var yvirnáttúrlig. Teir halda seg vera so klókar, og siga at tað kann ikki bera til at verða føddur, uttan baði maður og kvinna eru uppi í leikinum, men teir fara stórliga villir.

Tað var harafturímóti ómøguligt, at hendan føðingin kundi fara fram uttan á tann hátt, sum Matteus greiðir frá. Tað var nevniliga lovað heilt frá urtíðini, at ein Frelsari skuldi føðast. Eitt lyfti var givið Ábrahami um, at í avkomi hansara skuldu allar ættir á jørðini verða signaðar. 1. Mós. 12,1-3. Paulus tekur til tað í brævinum til galatiasamkomuna og sigur, at tað var Kristus talan var um. Ábraham fekk hetta endurtikið tvær ferðir, og Ísak sonur hansara fekk lyftið einaferð, somuleiðis Jákup abbasonurin. Síðani síggja vit gjøgnum skriftirnar profeti og myndir um Frelsaran, sum skuldi koma.

Jesus tekur tað sjálvur fram eftir uppreisn sína, tá ið hann var komin í fylgi við tveir av lærisveinum sínum, sum vóru á veg úr Jerúsalem til Emmaus. Hann sigur soleiðis:

“Hann byrjaði nú frá Mósesi og frá øllum profetunum og útlegði fyri teimum tað, sum í øllum skriftunum var sagt um Hann.” Luk. 24,27.

Mika Profetur sigur hetta:

“Men tú Betlehem, Efrata, sum so lítið hevur at týða til at vera millum túsund Juda! Úr tær skal ein ganga Mær út, sum skal vera høvdingi Ísraels. Uppruni Hansara er úr forðum, frá fortíðardøgum.” Mika 5,1.

Uppruni Hansara er úr forðum. Altso ikki eitt vanligt menniskja. Tað sigur seg sjálvt. Um Jósef var pápi Jesusar, so var Jesus bara eitt vanligt menniskja og kundi sjálvandi ikki frelst nakran, heldur ikki seg sjálvan. Men hann var ikki eitt vanligt menniskja. Hann var menniskjasonur, sonur Mariu, sum var gitin av Heilagum Anda. Hann er sonur Guds og sigur einastaðni soleiðis um seg sjálvan:

“Jesus segði við teir: "Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Áðrenn Ábraham varð til, eri Eg!"” Jóh. 8,58.

Legg til merkis hvat hann sigur: “Eri Eg”! Hetta er tittulin, sum Gud brúkar um seg. Hann sigur við Móses í 2. Mós. 3,14: “ So skalt tú siga við Ísraelsmenn: “Eg Eri” hevur sent meg til tykkara!””

So, fyri at koma aftur til byrjanina: Teir sum ikki trúgva tí, sum Matteus sigur frá um føðing Jesusar, fara heilt skeivir. Tað kann bara vera hent á tann hátt. Siga vit nakað annað, so mugu vit ásannað, at vit hava kastað allan lærdóm bíbliunar frá okkum. Tí, sum longu sagt, øll Bíblian er um Jesus Kristus. Hetta er sjálvt miðdeplið í sonnum kristindómi: “Trýrt tú at Jesus er Sonur Guds ella ikki.”

“Hvør er lygnarin, uttan tann, ið noktar, at Jesus er Kristus! Hesin er Antikristus - hann, ið avnoktar Faðirin og Sonin.” 1. Jóh. Br. 2,22.

Stytsta dag 2009.