FÓTBÓLTUR
Tað er ikki fyrsta royndarvenjingin, ungi klaksvíkingurin fer til, hann hevur eitt nú fyrr verið og royndarvant hjá so mætum felagi sum Chelsea í Onglandi, so hann er ikki ókendur í slíkum ørindum.
Hinvegin skerst tað ikki burtur, at tað altíð er ein ávísur spenningur í luftini, tá boð eru eftir føroyskum fótbóltsleikarum hjá útlendskum feløgum, og soleiðis man eisini vera hesa ferð hjá Kristoffuri. Kanska serliga nú tá ein klaksvíkingur longu er at finna í felagnum.
Kristoffur hevur sáttmála við KÍ, so um eitt skifti skuldi blivið veruleiki, verður hetta framt í samstarvi millum allar tríggjar partar; Hødd, KÍ og unga leikaran.
Kristoffuri verður hervið ynskt alt tað besta, og góðan byr framyvir.