Í kvøld fara Chelsea og Manchester United at spæla á Stamford Bridge, sum er heimavøllurin hjá Chelsea. Talan er ikki um ein av størstu dystunum. Hetta er hvørki landskapping ella FA Cup. Talan er um Liga cup kappingina. Men við føroyskum eygum er tað serliga við hesum, at millum áskoðararnar vera KÍ álopsunglingin Kristoffur Jacobsen og Eyðun Klakstein, sum - umframt at vera blaðmaður á Sosialinum - bæði spælir í 1. deild og venur smádreingirnar hjá KÍ.
Teir báðir eru hesa vikuna í London, tí Chelsea hevur bjóðað Kristoffuri Jacobsen at royndarvenja og at hava ein í ferðalagi við sær. Roman Abramovich rindar fyri ferðina og uppihaldið! Ferðin er komin í lag, eftir at enskur ungdómsvenjari í summar vitjaði í Klaksvík.
Tað kemur av og á fyri, at føroyskir unglingar eru uttanfyri landoddarnar og royndarvenja. Sjáldan spyrst nakað burturúr, og tað verður ofta farið stillisliga við hesum, og tað er ivaleyst skilagott.
Men tá ið nú Sosialurin er umboðaður í Chelsea, og tá ið talan ivaleyst er um vitjan í mest umrødda og ríkasta felagnum í heiminum, so er tað upplagt, at tað umvegis telefonina fæst at vita, hvussu tað gongst í London, har tað mánakvøldið regnaði so mikið illa, at dysturin millum eykaliðini hjá Chelsea og Fulham varð útsettur, og har seinna venjingin hjá ungu monnunum var í innandura høll, har undirlagið er av sama slagi sum graslíkini, ið tey seinastu árini eru løgd á fleiri vallir í Føroyum.
Spennandi uppliving
Eyðun Klakstein greiðir frá, at í hesi vikuni eru tað níggju dreingir í Kristoffursa árgangi - hann verður 16 seinni í ár - sum eru komnir úr útlandinum og til Chelsea at venja. Fýra eru úr Írlandi, ein úr Fraklandi, ein úr AGF í Århus, ein úr Australia og ein úr Finnlandi.
- Teir flestu síggja hetta fyrst og fremst sum stórt upplivilsi. Mamma australska dreingin er við honum, og hon helt fyri, at hetta var eyka bonus hjá soninum, sum er góður spælari heima í Australia. Hann hevur verið í Leeds og royndarvant, og nú fekk hann møguleikan í Chelsea. Finski drongurin hevur verið her áður, og nú hava teir aftur sent boð eftir honum. Tað kundi bent á, at teir síggja okkurt í honum. Men tað er langur vegur, og nálareygað er so mikið lítið, at tað næstan ikki kann roknast við, at tað ber til at koma ígjøgnum tað. Vit koma til hús leygardagin, og næsta mánadag fáa aftur nógvir ungir dreingir aðra staðni frá møguleikan at vísa, hvør dugur er í teimum, og tað eru eisini nógvir eingilskir dreingir, sum pressa fyri at sleppa upp í part.
Eyðun Klakstein greiðir frá, at Chelsea rættuliga er farið undir at endurreisa fótbóltsskúlan, ið ikki hevur verið á sama støði, sum hann hevur verið í fleiri øðrum feløgum.
- Fyribils hava teir fyri tað mesta keypt seg til oddasessin í Onglandi, men málið er á akademinum, sum teir kalla skúlan, at útbúgva spælarar. Fleiri venjarar eru um spælararnar, og fleiri eygleiða. Í dag kl. 14.45 verður innanhýsis dystur, og tá fáa Kristoffur og hinir møguleikan at vísa, hvør dugur er í teimum. Teir vandu tvær ferðir mánadagin og aftur fyrrapartin í dag, segði Eyðun Klakstein úr London týsdagin.
Stjørnurnar í nánd
Koyritúrurin av Stamford Bridge, har dysturin í gjárkvøldið skuldi spælast, og út til Cobham í Surrey, har venjingin gongur fyri seg, verður mettur til ein tíma. Stóru stjørnirnar sum eitt nú íslendingurin Eidur Gudjohnssen, ið telist millum vetaranarnar í felagnum, og teir ungu og harvið eisini Kristoffur Jacobsen, venja í sama øki.
- Tað er strangt vaktarhald. José Murinho, Chelsea venjarin, vil ikki hava nakran í nánd av venjingini hjá besta liðnum. Men stjørnurnar og teir ungu eta undir sama taki, og har hevði Krisoffur mánadagin sæð mega stjørnurnar. Felagið tekur sær framúr væl av okkum. Vit búgva væl, og felagið syrgir fyri, at vit saman við øllum hinum vitjandi í bussu ferðast millum gistingarhúsið og venjingarøki. Ferðin er ikki meiri enn fimm minuttir. Hjá mær er tað hugaligt at fylgja við í venjingunum. Eg kenni meg fáa íblástur og staðfesti, at tað gongur fyri seg við nógvari ferð. Kristoffur er ikki dottin niður ímillum, men vit billa okkum ikki inn, at sáttmáli fer at spyrjast burturúr. Vit taka hetta sum eina uppliving. Henda verður ikki minni av, at vit í dag, týsdagin, verða vístir runt á Stamford Bridge, har vit í annaðkvøld skulu síggja dystin millum Chelsea og Manchester United, sigur Eyðun Klakstein.
Leygardagin koma teir báðir aftur til Føroya. Tá fara teir báðir aftur at venja við KÍ, og tað er ikki óhugsandi, at teir fara at stríðast um framrættað pláss á besta liðnum hjá klaksvíkingum!









