Kristoffur Klakkstein á 70 ár

Ein heilsan til Kristoffur Klakkstein á 70 ára føðingardegnum

Mánadagin 1. august fylti Kristoffur Klakkstein í Klaksvík 70 ár.

Tíðin rennur sum streymur í á, og ein persónur, sum eg seti ógvuliga høgt, er vorðin 70 ár. Mær er sagt, at hann er næstyngstur av 5 systkjum, og at hann er av raskastu monnum bæði á sjógvi og landi; men í hugaheimi mínum er hann bara abbi á Brekku, hóast hann ikki er veruligi abbi mín.

Frá tí eg kann minnast, eri eg komin í heimið hjá Petru og Kristoffur, og altíð hava tey verið líka góð við meg. Hvar hann fór, um tað so var í egningarskúrin ella á fótbóltsvøllin, hevði hann meg við sær, og altíð hevur hann víst sera stóran áhuga fyri tí, sum eg havi tikist við.

Við hesum fáu orðum fari eg at takka tykkum fyri alt, sum tit hava verið fyri meg.

***

Hjartaliga tillukku á 70 ára degnum, og Harrin signi teg ríkliga og gevi tær mong góð ár afturat.

Rógvi