Kristoffur Joensen farin um sýnina

Týsdagin 27. februar andaðist Kristoffur Svabo Joensen, 84 ára gamal. Fór til gravar úr Argja kirkju leygardagin 3. mars.

Kristoffur var sørvingur, føddur 21. juli 1922. Var úr barnaflokkinum hjá Nesakristinu og Jóhan hjá Lonajógvani, ættaður úr Miðvági - úti í Lið í Sørvági, tað var stutt at siga eitt vanligt fiskaraheim. 7 vóru tey í systkinaflokkinum.

Blaðungur fór Kristoffur til skips, onkran feskfiskatúrin var hann í Skotlandi undir krígnum. Sigldi við "Royndini", sum Sørvingar áttu. Var í Grønlandi við "Kúrbergi" við Johan í Hoyvík, við snøri. Fór á skúla og tók prógv sum setuskipari. Um tað mundið komu tey saman, Gugga og Kristoffur, giftust og fingu sonin Paula, búðu tá hjá verforeldrunum. Bygdu á Argjum í 1952. Trý eru børnini hjá Guggu og Kristoffuri: Pauli, Kjartan og Malla. Gugga doyði í 1993.

Kristoffur førdi snurruváðsbátin "Akranes", og royndu teir í Norðsjónum. Louis, Poul Arne og Kristoffur, brøðurnir og aðrir sørvingar áttu "Akranes", keyptur til Føroya í 1946, og teir høvdu hann í 5 ár og væl gekst; men so flytur Ísland fiskimarkið út, tað var stóri smeiturin fyri snurruváðsbátarnar.

Nógv kenna Kristoffur, frá árunum hann var fiskari - teim árum hann var arbeiðsformaður á Bacalao og síðani sum leiðari á pakkhúsdeildini hjá Strandfaraskipum Landsins.

Krisoffur verður nevndarlimur í Havnar Arbeiðsmannafelag í 1976, samstundis skrivari. Í hesum tíðandi álitisstarvi sat hann, til hann leggur frá sær fyri aldur í 1993.
Kann verða nevnt, at Kristoffur eisini nam prentsmiðjuyrkið, stutt skifti var hann á prentsmiðjuni hjá Arnold Øster, har var bróðurin Poul Arne frammanundan!
Kristoffur hevði sítt støðufesti í Javnaðarflokkinum, m.a. sum stillari og valevni.
 
Jarðarbrúk hevði Kristoffur mest sum ítriv, og mundi tað eisini vera frá tíðini sum hjálparmaður hjá verpápanum Dánjal Petur Dam (Pobbin). Hann var røktingarmaður á sýslumansjørðini eitt langt lív.
 
Mangan hoyrdu vit treystu rødd Kistoffurs, tá ”teir fýra” sungu í missiónshúsum og aðrastaðni.
 
Við jarðaferðina í Argja Kirkju leygardagin 3. mars sang Sverri Mortensen, sum var ein av ”teimum fýra” sangin teir ofta sungu ”Kom lyt til et råd fra din moder, min søn”<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$
 
Nú foldarlívið er endað, eiga vit ljósu minnini eftir vinmannin Kristoffur Svabo Joensen.
 
jl
 
 

Kom lyt til et råd fra din moder
 
1.  Kom lyt til et råd fra din moder min søn,
kom bøj dine knæ før du går,
:/: jeg ved du skal ud, men kan hænde det er
den sidste formaning du får :/:.
 
2.  Vel kunde jeg gi' dig på rejsen, min søn,
en gave af sølv eller guld
:/: men tag denne bibel, hvert eneste blad
af herlige skatte er fuldt :/:.
 
3.  Den var for mig selv en oprejsning, min søn,
da ud ifra hjemmet jeg drog,
:/: jeg elsker den så, men jeg gi'r den til dig,
den velsignede herlige bog :/:.
 
4.  Se ind i mit gulblege ansigt, min søn,
det visnet og falmet jo er,
:/: et skjønnere ansigt du vistnok får set,
men ingen, som har dig så kær :/:.
 
5.  Snart vokser der mos på min gravhøj, min søn,
den arm som dig ledte er stiv,
:/: men husk, at din moders formaning og bøn,
skal leve om moder er død :/:.
 
(MH)