Kristnir fundamentalistar størsta signing, Føroyar eiga!

Tummas Jacobsen


Hesi seinastu árini hevur heitið "fundamentalistar" mangan verið at sæð í blaðskriving og øðrum fjølmiðlum, og tíverri hevur hetta orðið fingið heilt skeivan týdning.
Eg skal ikki í hesi grein viðgera orðið "fundamentalistar", men eg vil fegin seta ljós á hvønn sannan týdning kristin fundamentalisma hevur, og vísa til hvussu stóra signing kristnir fundamentalistar eru fyri land okkara.
Rúni Rasmussen skrivaði frálíka grein í bløðunum , har hann greiddi frá orðinum "fundamentalistur", og við greinini prógvaði hann, at ein fundamentalistur er ein, sum hevur Guds orð sum fundament ? hin berandi grundvøllin ? í sínum lívi. Tíverri hevur ein fjøld av fólki gjørt útsagnir um kristnar fundamentalistar, sum eru grundaðar á ókunnleika, tí blandað verður ímillum kristna fundamentalismu og anda-liga fanatismu.

Hvat er ein kristin fundamentalistur?
Ein kristin fundamentalistur trýr, at Bíblian er Guds orð, og hansara lívsmynstur og hugsunarháttur er grundað á tey virði og tað fundamentið, sum Bíblian gevur okkum. Spurningurin er so hvat fundament Bíblian gevur okkum, og hvørjar hugsanir verða tilevnaðar útfrá orði Guds. Tí vegna ov lítlan kunnleika til skriftina, villist ein fjøld av fólki, og tí raka mangar av útsøgnun-um í fjølmiðlunum heilt við síðuna av.
Bíblian lærir okkum, at Gud hevur friðarætlanir fyri sítt fólk. Eg rokni meg sjálvan sum ein kristnan fundamentalist, og mín sannføring er, at Gud hevur fantastiskar ætlanir fyri okkara land.

?Sum ein kristin fundamentalistur eri eg sannførdur um, at okkara lítla tjóð skal, til eina og hvørja tíð, klára seg væl og virðiliga við tí til-fongi, sum Harrin vil geva okkum; men treytin er, at vit søkja Hann - at vit við hjartanum trúgva á Hann og við munninum játta Hann sum harra.

?Sum ein kristin fundamentalistur trúgvi eg, at Harrin vil frelsa okkum frá sjúkum og vanlukkum; tí Gud læt straffina vegna synd menniskjanna falla á Son Sín Jesus Kristus, og við at venda okkum til Hansara og fáa syndanna fyrigeving, eiga vit samstundis Guds uppreisnarkraft til likam okkara, so sjúkur mugu víkja burtur.

?Sum ein kristin fundamentalistur trúgvi eg, at Gud vil grøða sálina í fólki okkara, so vit liva í friði við hvønn annan og fyrigeva hvørjum øðrum, eins og Hann hevur fyrigivið okkum. Hetta vil hava við sær, at hjúnaskilnaður fánar burtur so børn okkara kunnu liva í tryggum umhvørvi saman við báðum sínum foreldrum

?Sum ein kristin fundamentalistur trúgvi eg, at Jesus tók allar okkara plágur á Seg, og tað vil siga, at við at venda sær til Hann, verða vit grødd ikki bara likamliga, men eisini sálarliga. Friður Hansara vil fylla sinn okkara, so sálarligir trupulleikar, ótti, stúran o.s.fr. svinnur burtur og vit kunnu liva eitt normalt lív.

?Sum ein kristin fundamentalistur trúgvi eg, at tá vit venda okkum til Gud, vil hann geva vinnulívinum í Føroyum nðggj skapanarevni (kreativitet), so vinnu-lívið fer at menna seg meir enn nakrantíð, og vit fara at fáa fleiri búskaparlig bein at standa á.

?Sum ein kristin fundamentalistur trúgvi eg, at tá fólk okkara søkir Harr-an, vil náði Hansara vera yvir landstðri og løgtingi, so vit fáa eitt fyrimyndarligt stýrislag fyri okkara land - uttanfyri ES.

?Sum ein kristin fundamentalistur trúgvi eg, at tá vit ákalla Gud og biðja um Hansara hjálp, vil Hann ávirka alt skúlaverkið í Føroyum bæði í barnaskúlum, framhaldsskúlum eins væl og í hægri skúlum, so vit kunnu evna ein tann besta ungdóm sum til er.

?Sum ein kristin fundamentalistur trúgvi eg, at umheimurin fer at undrast á ta signing, sum hvílir yvir hesum landi, og tey fara at koma higar í hópatali fyri at fáa innlit í okkara framburð.

?Sum ein kristin fundamentalistur trúgvi eg, at vit eiga at verja alt lív, eisini lívið hjá tí ófødda, og tessvegna eiga vit ikki at smíða lógir fyri fríari fosturtøku.

?Sum ein kristin funda-mentalistur trúgvi eg, at signing Harrans er treyt-að av, at vit venda okkum frá tí, sum er ónt, oyðandi og spillandi, og at vit hava lógarkarmar, sum verja okkara fólk ímóti slíkum.

?Sum ein kristin fundamentalistur elski eg míni medmenniskju og rokni ongan sum mín fígginda; heldur ikki tann, sum hevur heilt øðrvísi lívsáskoðan enn hana, eg havi.

Við øllum hesum í huga er ein kristin fundamentalistur ein tann størsta signingin, Føroyar eiga.
Tí er tað óskiljandi, at m.o. ein prestur kann seta ein kristnan fundamentalist fram sum tað størstu hóttan, samfelagið hevur. ? Hesin prestur við fleiri øðrum, kennir ikki sann-leikan og hevur ikki innlit í tað, sum hann tosar um.
Andalig fanatisma er nakað heilt annað, og sum ein kristin fundamentalistur vil eg altíð taka frástøðu frá andaligari fanatismu, sum trívist sera væl, har religiøsitetur er í hásæti. Og tíverri eru Føroyar plágaðar av religiøsiteti.
Sum ein kristin fundamentalistur ynski eg at stríðast ímóti religiøsiteti, sum er ein andsmakt, við at játta Jesus sum Harra og liva í tí frælsi, sum Hann vann mær við Sínum deyða á Golgata.
Religiøsitetur og andalig fanatisma standa aftan fyri øll tey mongu stríðini og kríggini, sum verða framd í Guds navni. Ongin kristin fundamentalistur vil gera øðrum mein, hvørki við útspillandi talu ella við harðskapi, tí fundamentið, vit standa á, lærir okkum heldur at líða ilt.
Um kristnir fundamentalistar eru skaðiligir fyri okkara samfelag, so mugu vit spyrja:
?Er tað skaðiligt at vóna framburð og signing?
?Er tað skaðiligt at liva í vónini um, at fólk gerast frísk?
?Er tað skaðiligt at vænta, at hjúnaskilnaður fer at halda uppat?
?Er tað skaðiligt at eiga eina vón um, at Føroyar skulu klára seg við tí tilfeingi, sum Harrin skapir?
?Er tað skaðiligt at eiga vón um ein ungdóm, sum ikki oyðileggur seg sjálvan við rúsmisnðtslu, vandalismu og ábyrgdarloysi?
?Er tað skaðiligt at vóna, at tað ikki verður neyðugt hjá okkara sjúkrahúsverki at fremja fosturtøkur?
?Er tað skaðiligt at eiga Guds kærleika, sum ger ein føran fyri at elska eisini tann, sum ger ilt?

Sjálvandi veit eg eins væl og onnur, at orðið fundamentalistur er komið fram eftir at mangir islamiskir yvirgangsfelagsskapir hava kallað seg sjálvar mus-limskir fundamentalistar.
Orðið fundamentalistur er so tað sama, men spurningurin er so, hvat funda-ment Islam gevur hesum at standa á; tað kann eg ikki svara fyri og havi ikki innlit í tað; men eg havi innlit í hvat Bíblian stendur fyri, og eg kenni tað funda-mentið, sum Bíblian gevur, og tað er líka stór frástøða millum eystur og vestur, sum tað er millum Bíbliuna og yvirgang.
Eg vil tí enda við at siga, at eg ikki skammist yvir at vera ein kristin fundamentalistur, og við tað, at eg standi á einum fundamenti, sum ikki vikast í ævir, kann eg vera landi og fólki okkara til signing.