Tað skal vera liðugt við flótandi kynssamleikum. Tað halda sjey kristnir felagsskapir í Danmark, sum hava fingið nóg mikið av tí tey rópa "flótandi kynssamleika", og tí kalla tey saman til fund 17. september. Á fundinum fara tey at leggja eina ætlan fyri, hvussu tey koma hesum trupulleika til lívs. Tað skrivar Berlingske í dag.
Í tráð við at samkynd, tvíkynd, tvørkynd og fólk við øðrum seksuellum samleika eru blivin alsamt meira góðtikin í danska samfelagnum, hava mótreaktiónir verið í fleiri kirkjuligum felagsskapum, sum hava kent seg útihýst frá samfelagnum og at teirra rættur til at hava eina aðra hugsa um kynssamleika er skerdur.
Fleiri av leiðarunum í hesum kirkjuligu felagsskapunum meta tað sambært Berlingske trupult at hava eitt kjak um kynssamleika, tí teirra hugsan ikki verður góðtikin. Tey hava tapt kjakið frammanundan, tí teirra hugsan um kynssamleika verður mett sum gamaldags.
- Vit hava ikki eitt kjak um, hvørt tað sum gongur fyri seg er fullkomiliga ørt, tí tað má man ikki kjakast um. Tað snýr seg um rættin til at finnast at, og siga, at man hevur eina aðra hugsan um kyn og seksualitet, og gjarna vil hava loyvi til at úttrykkja seg. Tað kann man bara ikki, sigur Iben Thranholm, kjakari og katolikkur, við Berlingske.
Og tað er hetta, sum kristnu felagskapirnir ætla at gera nakað við. Tey vilja markerað sína hugsan í kynskjakinum og upplýsa um teir avleiðingar, sum tey halda, at hendan góðtikna lgbt hugsjónin fer at viðføra. Tí fara tey á fund í september um júst hetta. At leggja eina ætlan fyri, hvussu tey gera tað. Tað eru sjey kirkjuligir felagsskapir, sum eru við.