Kristnastova í Føroyahúsinum í kvøld

Kristnastova skipar fríggjakvøldið klokkan 20.00 fyri einum áhugaverdum tiltaki í Føroyahúsinum har fólk frá Logos Hope (gomlu Norønnu) vitja. Føroyski skiparin Arne Johansen vitjar saman við trimum øðrum frá skipinum, teirra millum er Eydna av Fløtum.

Logos Hope er gamla Norønna, men er enn í føroyska flotanum.

Stórt umvælingararbeið er gjørt og nógvir føroyingar hava hjálpt til. Í løtuni verður síðsta hond løgd á verkið, meðan skipið liggur í Kiel.

Sera stórt arbeið er gjørt umborð: Motorarnir eru umvældir, skipið er sandblást, stór høll er gjørd til tiltøk umborð, skúli omaná gamla Viking Club og bókasøla og goymsla eru á bildekkinum. Brúgvin er nýggj, og nógvar íbúðir og kømur eru gjørdar til manningina.

Toymið frá skipinum fer at leiða okkum gjøgnum eitt spennandi kvøld við innsløgum, filmum, sangi og talu, og við sær hava tey eisini bøkur frá heimsins størstu flótandi bókasølu, nemmiliga spildurnýggju bókasøluni umborð á Logos hope.

Ung úr Kristnastovu bjóða kaffi og køkur og fara eisini at leiða felagssangin.