Sunnudagin 25 apríl, kl. 16 hevur Kristnastova kristiligan fund í Føroyahúsinum á Vesterbrogade 17A. Hendan seinnapartin verður felagssangur við kendum sangum og sálmum, men eisini fer Kvinnukórið í Kristnastovu at syngja nakrar sangir. Øssur Berghamar talar, og eftir fundin verður ein drekkamuður at fáa.