Kristmar trívist sum røktingarmaður

Kristmar Andreasen á Norðoyri hevur fingist við seyð, síðani hann var smádrongur, og honum dámar væl uppgávuna sum røktingarmaður

 

Tað kavar.

Hvítu flykrurnar koma í tøttum fylgi niður av himli, og tað sæst munur á kavanum frá tíma til tíma. Lotið er kalt, og hesar løturnar, tá tað kavar, munnu fólk hava bestan hugin at vera innandura.

Men hvussu mann vera við seyðinum...

Tað er týsdagur, og kavaveðrið, sum hevur verið seinastu dagarnar, heldur fram ? eisini á Norðoyri, har røktingarmaðurin, Kristmar Andreasen, býr.

Hann røktar tveir hagar. Í ognarhaganum á Fløtum ganga um 100 seyðir, og í Barmhaga eini 70 seyðir. Hesar seyðirnar røktar Kristmar, og tann paturin av seyðunum, sum er inni, má fáa fóður hvønn dag.

Í køkinum í heiminum á Norðoyri sæst inn eftir Borðoyavík og inn til Klaksvíkar, har býarlívið gongur sín vanligu gongd í kavaveðrinum.

? Eg eri lítið í Klaksvík, men sjálvandi er neyðugt at fara onkur ørindi við hvørt, sigur Kristmar.

Tá prátið skal snúgva seg um seyð, heldur Kristmar, at best er at fara út í seyðahúsið. Tykkara útsendu og røktingarmaðurin leggja til brots, og Avesis avancerar so nøkunlunda gjøgnum tjúkka kavan út eftir vegnum.


Seyðurin stórleypandi

Tá vit fara úr bilinum niðanfyri seyðahúsið, kemur seyðurin, sum heldur til í og við seyðahúsið, stórleypandi oman móti vegnum.

? Teir kenna meg, tá eg komi, sigur Kristmar.

? Seyðurin, sum er inni, er so forvandur, at hann finnur ikki upp á at skava í kavanum. Teir mugu fáa fóður hvønn dag, sigur hann.

Seyðurin er spakur, og fylgir trúliga aftaná røktingarmanninum, meðan leiðin verður løgd niðan móti seyðahúsinum.

Seyðahúsið hevur Kristmar sjálvur smíðað. Tað er ikki rættiliga liðugt enn, men talan er um fittligt og praktiskt seyðahús.

Útsýnið við seyðahúsið er frágera gott. Borðoyavík liggur opin, Borðoyanes sæst fyri sunnan og í hinum endanum hómast Kunoyarnes og Kalsoyggin. Hesin dagurin er merktur av vetraveðri, og tað er í sær sjálvum sjarmerandi, men helst er útsýnið ikki minni hábærsligt ein góðan summardag.


Áhugin

Kristmar er eingin ársungi, tá tað kemur til seyð og seyðahald.

? Eg havi fingist við seyð, síðani eg var smádrongur. Eg fekk góða vegleiðing frá abba mínum og mammubeiggja mínum. Teir lærdu meg nógv um seyðahald, staðarnøvn og annað, sigur Kristmar Andreasen.

Kristmar var í nógv ár røktingarmaður í Uppsalahaganum, men nú eru tað hagarnir hinumegin Borðoyavík, sum hann tekur sær av.

? Tað ber ikki til at liva av vera røktingarmaður, og tí havi eg altíð okkurt at takast við afturat, sigur hann.

Hagin á Fløtum er lættari at sleppa at til enn Barmhagin. Men hóast tað er eitt sindur drúgt at ganga Eystur í Barm, ger Kristmar nógvar túrar eystur, og hann sigur seg hava fingið nógv góð ráð frá Jógvani Gerðalíð um hagan har eysturi.

? Tá lembingin er fyri, eri eg minst eina ferð um vikuni eystur í Barmi, við hvørt tvær ferðir um vikuna. Tað er gott at ganga, og túrurin í sær sjálvum er góður, sigur hann.

Um veturin eru ferðirnar eystur í Barm ikki so nógvar, men av og á má Kristmar fara eystur at hyggja eftir seyðinum.

? Næstseinasta mánadag vóru eg og hundurin har eysturi. Vit rættaðu 47 seyðir og fingu fatur á fýra veðragjólingum, so tað var ein sermerktur túrur, greiðir Kristmar frá.


Klárar seg

Kavi skapar ikki bestu umstøðurnar hjá seyði, sum er í haganum, men seyðurin er ikki ráðaleysur.

? Seyðurin, sum gongur í Barmhaganum, klárar seg ? eisini tá tað er kavaveður. Hann er vanur við at verða úti í haganum, og kavin er eingin stórur truplleiki hjá honum, sigur Kristmar.

Fyri kortum var grein í Sosialinum, har greitt var frá fyrstu lembingini í ár, men Kristmar roknar ikki við, at lembingin í hansara haga byrjar fyrr enn fyrst í mai mánaði.

Og tá verða túrarnir eystur í Barm fleiri, enn teir eru hesa ársins tíð.

Nú kavin liggur er ikki hugsandi at fara eystur. Kavaælini eru tøtt, og rættiligt rok er, tá hann brestur á. Men farið er væl og virðiliga um stytsta dag, og nú gongur móti várinum.

Vit leggja leiðina oman gjøgnum kavan aftur, og tá vit seta okkum í bilin hóttir enn eitt kavaæl. Og áðrenn vit eru komnir innaftur til Klaksvík, eru hvítar flykrur í luftini.

Tað kavar.