Kristleif við nýgjum sangi

Fyri fyrstu ferð í fleiri ár eru nýggir tónar at hoyra frá Kristleif Zachariasen

Seinastu árini hevur ikki verið so nógv at hoyrt til Kristleif Zachariasen. Kristleif, sum er 32 ára gamal og úr Kollafirði, hevur givið tvær fløgur út. Í 2004 var tað ”Litleysir blettir” og í 2006 ”On The Road”. Kristleif kom annars av álvara fram, tá ið hann var singer/songwriter tónleikakappingina í 2004.
Kristleif hevur nú innspælt nýggjan sang, sum hann hevur skrivað saman við vinmonnunum Tórir Mikkelsen og Jónsvein Sverrason Joensen.
Sangurin kallast ”Hvønn dag2 og er upptikin í studio hjá Finni Hansen, sum eisini hevur framleitt sangin. Tey, sum spæla saman við Kristleif á nýggja sanginum, eru Agnar Lamhauge, Rógvi á Rógvu, Ragnar Finsson, Tóra Restorff Jacobsen og Finnur Hansen.