Kristleif

Kristleif Zachariassen var á lítla asfaltpallinum, har hugnin rættilga var til staðar, og har riggaði Kristleif væl Lítli pallurin á Asfalt var útipallur undir tjaldlofti og við gasshitarum.

Her slapp Kristleif at spæla sínar sangir og tað riggaði væl og hugnin kom til sín rætt.

Afturat sær hevði Kristleif ein bassleikara og hetta gjørdi, at talan rættiliga gjørdist um intima konsert við rætta huglagnum.

Hóast brak frá Side Effect hoyrdust, meðan teir gjørdu klárt til endabrakið yviri Stóra Palli, so var hetta ikki so, at hetta gjørdi tað stóra. Kristleif átti løtuna. Hann megnar at halda fjøldini, hóast hann ikki er so gamal á palli. Hann kom púra ókendur fram fyri fáum árum síðani og hevur síðani bitið seg fastan.

Kristleifi nýtist ikki tað stóra afturat sær, fyri at hava eina góða framførslu og hetta prógvaði hann eisini á Asfalt.