Kristján Skúli heldur fram

Avtalan við íslendska serlæknan innan krabbamein er fyribils longd við einum ári

Landssjúkrahúsið hevur longt avtaluna við íslendska serlæknan Kristján Skúli Ásgeirsson, sum skurðviðgerð føroyskar kvinnur við bróstkrabba. Tað skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðuni.


Tað er leiðslan á skurðdeplinum, saman við sjúkrahússtjórnini, ið eru vorðin samd við Kristján Skúli Ásgeirsson um fyribils at leingja samstarvsavtaluna fram til 31. desember 2018.


- Landssjúkrahúsið hevur í seinastuni kannað møguleikarnar fyri at flyta viðgerðina av bróstkrabbasjúklingum til Danmarkar í eina pakkaviðgerð, eins og føroyskir sjúklingar við øðrum krabbasjúkum fáa. Men ivamál viðførdu, at Landssjúkrahúsið ikki vildi bíða longur, og tí valdi at leingja avtaluna við Kristján Skúla, skrivar Landssjúkrahúsið á ls.fo.


Harumframt boðar Landssjúkrahúsið frá, at tey framyvir fara at vera í tøttum samskifti við Krabbameinsfelagið um, at framtíðartryggja sjúklingagongdina hjá bróstkrabbasjúklingum.