Kristina út Páll inn í morgin

Triðja útskififtingin á Løgtingi í á fer fram í morgin, tá Kristina Háfoss fer úr Løgtinginum og Páll á Reynatúgv tekur við sum løgtingsmaður so leingi, sum Kristina Háfoss verður burtur frá løgtignsarbeiðinum.

Í morgin er aftur ein útskifting á Løgtingi. Hesaferð er tað Kristina Háfoss, sum frá í dag at rokna er í farloyvi sum tingkvivnna fyri Tjóðveldi. Í morgin tekur hon við sum stjóri í Norðurlandaráðnum við sæti í Keypmannahavn. Í fyrstu syftu er hon sett sum stjóri í eitt fimm ára skeið.

Høvuðssætið hjá Norðurlandaráðnum hevur skrivstovu ved Stranden mitt í Keypmannahavn, tað er beint yvir av Christiansborg, hinu megin kanalina – ella í sama bygningi sum tað millum føroyingar so kenda vertshúsið Laurits Betjent var fyrr – fyri at summir føroyingar betur kunnu kenna staðið.

Løgtingið hevur samtykt at geva Kristinu Háfoss farloyvi, og at Páll á Reynatúgvu tekur sæti í staðin. Tann útskiftingin hendir í morgin í 1. februar.

Kristina Háfoss var fyrstu ferð vald á ting í 2002 fyri Tjóðveldisflokkin í Suðurstreymoyar valdømi. Hon varð ikki afturvald á valinum í 2004 og stillaði ikki uppaftur á løgtingsvalinum í 2008. Men hon gjørdist kortini landsstýrikvinna í mentamálum í samgongu millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Miðflokkin í 2008. Men hon legði frá sær eftir hálvt ár í starvinum.

Kristina Háfoss stillaði uppaftur á løgtingsvalinum í 2011 og varð vald. Hon var afturvald bæði í 2015 og í 2019. Í seinastu samgongu frá 2015 til 2019 var hon landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Páll á Reynatúgvu var fyrstu ferð valdur á ting í 1998, táTjóðveldisflokkin í Sandoyar valdømi. Hetta var løgtingsvalið, tá Tjóðveldisflokkurin vann stórsigur og fór úr fýra tingfólkum upp í átta, gjørdist størsti flokkurin og skipaði fullveldissamgonguna, sum tó hevði fólkafloksleiðslu.

Páll á Reynatúgvu var afturvaldur á valunum í 2002 og í 2004, men fall á valinum í 2008. Hann var afturvaldur í 2011 og í 2015, tá hann gjørdist løgtingsformaður. Hann var landsstýrismaður í heilsumálum frá 2002 til 2004, og hann hevur eisini verið borgarstjóri á Sandi í fleiri umførum.