Tað er avgerandi at leggja dent á, at danska ríkisveitingin til Føroya kann ikki lækkast, uttan so at Løgtingið hevur samtykt tað.
Tað staðfestir Helena Dam á Neystabø, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, og limur í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum.
Fíggjarnevndin hevur viðfjørt uppskotið frá Landssýrinum um at frysta donsku ríkisveitingina til Føroya, fasta á 641,8 milliónum krónum um árið hesi næstu árini til í 2019. Tað taka samgonguflokkarnir í Fíggjarnevndini, og Fólkaflokkurin, undir við.
Tá ið Løgtingið umrøddi ætlanina at lækka ríkisveitingini, díkti andstøðan á Javnaðarflokkin. Bæði tey í Fólkaflokkinum og í Sambandsflokkinum gjørdu nógv burtur úr at tað stendur í uppskotinum, at Kristina Háfoss hevur avtalað við danskar myndugleikar, at er semjast danska stjórnin og landsstýrið um tað, kann ríkisveitingin lækkast.
Andstøðan tvíhelt um, at hetta ber í sær, at í roynd og veru kann Kristina Háfoss bara ringja til danska fíggjarmálaráðharran og biðja hann lækka ríkisveitingina, og tey í andstøðuni skilja ikki, hvussu Javnaðarflokkurin kann góðtaka, at Kristina Háfoss fær so stórt vald.
Men Helena Dam á Neystabø staðfestir, at hetta er ikki veruleikin. Hon leggur stóran dent á, at tað er bara Løgtingið sum kann samtykkja at ríkisveitingin skal lækka.
- Tað er sostatt eingin ivi um, at landsstýrið, eins og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, hevur einans heimild til at gera broytingar í ríkisveitingini, um so er, at Løgtingið samtykkir tað áðrenn, sigur hon.
Hon leggur afturat, at politiska málið hjá Javnaðarflokkinum er ikki at fara úr ríkisfelagsskapinum. Men flokkurin vil taka størri ábyrgd upp á seg so hvørt, tað er fíggjarliga ráðiligt.









