Besti og mest støðugu spælarin hjá HB-kvinnunum seinasta hálva árið skal spæla við KÍ.
Kristina Eyðbjørnsdóttir, sum er úr Lorvík, fer nú til Klaksvíkar at spæla fótbólt. KÍ hevur tryggjað spælaran, sum verður mettur millum teir allarbestu í landinum, og fyrsti dysturin kann gerast dysturin sunnudagin, tá KÍ og HB spæla steypafinaluna hjá kvinnum.
Tað er serliga við aliti til Europa Cup avbjóðingina seinni í ár, at KÍ hevur verið við snørinum í HB, men vinningurin er eisini, at Kristina spælir við KÍ í seinnu hálvu av landskappingini.
Tann besta
Kristina Eyðbjørnsdóttir er 26 ára gomul, og hevur spælt mesta av fótbóltstíð síni í LÍF. Seinasta hálva árið hevur hon tó verið í svarta og reyða búnanum hjá HB, og her hevur gingið avbera væl hjá henni.
Á internetsíðuni hjá HB ber til at lesa, at HB-spælararnir eftir dystirnar atkvøða um, hvør hevur verið besti spælari, og í samlaðu støðuni er langt glopp millum Kristinu og hinar.
Kristina hevur fleiri A-landsdystir á baki, men hon var ikki við á Oyggjaleikunum í summar. Einki er at ivast í, at hon hevði átt fast pláss á liðnum, men hon gav avboð.
HB fær styrk
Hóast tað er ein missur hjá HB, at Kristina Eyðbjørnsdóttir ikki verður við í steypafinaluni, so fær HB-liðið góðan styrk til stóra dystin.
Helga Ellingsgaard og Eyðvør úr Dímun, sum spæla fótbólt í Danmark, vera báðar við á liðnum hjá HB. Tær báðar spældu á sentrala miðvøllinum, tá føroyska landsliðið vann gull á Oyggjaleikunum, og tær skoraðu nógv mál tilsamans.
Toppskjúttin á A-landsliðnum undir Oyggjaleikunum, Rannvá Andreasen úr KÍ, hevur drigist við skaða síðani finaluna á Oyggjaleikunum, men hóast hon ikki hevur vant nakað serligt síðani, verður hon helst klár til finaluna.
Finalan hjá kvinnum verður á ovara vølli í Gundadali sunnudagin kl. 13.00.











