Kristina Bærentsen hevði eina frálíka framførslu við friðarligum og tungum sangum. Hon megnaði væl at bera framførsluni við røddini, sum fylti sera nógv.
Kristina Bærentsen var fyrst á pallinum í dag aftaná barnatiltakið. Hon hevði fingið trummuspælara, bass-spælara og ljómsborðsspælara við sær. Kristina er sera berandi í framførslu sínari. Hon hevur eina kraftiga og vakra rødd. Røddin kom serliga til sín rætt í tungu útsetingini av gamla sálminum Gud er Gud. Sangurin ljóðaði sera væl, og áhoyrararnir livdu væl við.
Tað er djarvt at stilla seg upp sum einsamallur sangari, tí at tú mást fylla alt hølið bæði við tínari rødd og tínari persónligheit. Hetta haltaði í onkrum friðarligum sangi, men í flestu sangunum megnaði hon tað sera væl. Hon stóð fram sum ein rættilig Diva á pallinum. Kristina hevur ikki gávurnar av ókendum. Hon er dóttir navnframa sangaran Alex Bærentsen, og hon klárar væl at lyfta tunga arvin.