Kristina skal leiða heimatænastuna

Eystur og Fuglafjarðar kommuna hevur sett Kristinu T. Larsen sum leiðara fyri nýggju Heimatænastuni

Heimatænastan í Eystur og Fuglafjarðar kommunum verður nú skipað sum samstarv millum tær báðar kommunurnar. Nú hevur stýrið fyri Heimatænastuna kunngjørt, at tað verður Kristina T. Larsen, sum verður leiðari fyri heimatænastuna.

 

Kristina kemur frá einum starvi sum stjóri í Dugna, og hon byrjar í starvinum tann 1. november.