Kristina Bærendsen og Evi Tausen hava nýliga verið í Nashville ein túr, har Kristina Bærendsen millum annað hevur marknaðarført fløgu sína.
Tær hava sum vera man notið tónleikin í býnum, sum kann kallast høvuðsstaðurin hjá countrytónleikinum.
Tær hava millum annað verið og lurta eftir Vince Gill og the Time Jumpers, og har sluppu báðar upp á pall at syngja saman við countrystjørnuni, Kristina 17. august og Evi Tausen 24. august.
Framførslan hjá Evi er at síggja her.