Í nítiárunum var ein duo í Danmark, ið nevndi seg Fuse (á føroyskum: Fjús). Hon var sett saman av føroysku útisetunum Kristinu Heldarskarð og Axel Eysturstein.
Bólkurin var ómetaliga væl umtóktur, og boð var eftir Kristinu og Axel úr øllum krókum Danmarkar at fáa tey at undirhalda til føðingardagar og aðrar veitslur.
Sum frálíður fóru tey hvør til sítt, bólkurin datt niður fyri og hevur ikki verið virkin í mong ár.
Men nú er mangt sum bendir á, at eldur aftur er komið í fjúsið, tí tey spæla til dansin, tá ið árliga veitslan verður hildin í Føroyahúsinum 2. jólakvøld.