Kristina Háfoss undrast

Vónirnar vóru stórar, men nógvar ætlanir eru ikki komnar longur enn á skriviborðið

Hvat ætlar Jørgen Niclasen at gera við trupulleikan við at Bústaðir ikki fáa útvega fólki við lágari inntøku, tak yvir høvdið.

 

Tað vil Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, nú hava at vita frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Tískil hevur hon nú sett Jørgen Niclasen átta spurningar um støðuna hjá Bústøðum.

 

Í hesum sambandi vil hon hava at vita, hví hann ikki hevur tryggjað, at Bústaðir miðvíst  leggur seg eftir at útvega bíligar íbúðir, lestrarbústaðir og bústaðir til fólk við serligum tørvi.

 

Hon vísir á, at peningurin hjá Bústøðum er við at vera uppi og tí vil hon hava at vita, um felagið sleppur at taka lán.

 

Kristina Háfoss sigur, at tá ið Bústaðir vóru settar á stovn, var vónin, at ferð fór av álvara at koma á at byggja bíligar íbúðir.

Kristina Háfoss vísir eisini á, at Bústaðir hava havt nógvar stórfingnar ætlanir, men fleiri verkætlanir eru ikki komnar longur enn á skriviborðið.

 

- Millum nógvu verkætlanirnar, eru eisini marglætisíbúðir. Hetta hevur undrað, tí í  politisku skipanini hevur ikki verið hugsanin, at Bústaðir skuldi fara inn á tann partin av bústaðarmarknaðinum, ið tann privati marknaðurin eigur at megna at lyfta sjálvur, sigur Kristina Háfoss.

 

- Hinvegin er stórur tørvur á bíligum leigubústøðum til tey, ið ikki hava ráð til, at keypa sær hús ella at leiga til verandi. Eisini er tørvur á lestraríbúðum og fleiri bústøðum til fólk við serligum avbjóðingum.

 

Vónin var, at Bústaðir kundi gerast eitt amboð at røkka hesum málum. Men nú frættist, at ætlaðu verkætlanirnar kunnu ikki fremjast við verandi gjaldføri hjá Bústøðum.

 

- Neyðugt verður sostatt at heimila Bústaðir at taka lán fyri at økja gjaldførið, um haldast skal áfram við øllum bústaðarætlanunum.

 

Og nú vil løgtingskvinnan hava at vitsa, hvat ætlar landsstýrismaðurin ætlar at gera við málið, og hví eru ongi stig tikin enn.

 

Hon vil hava at vita um avleiðingin kann verða, at Bústaðir als ikki kann arbeiða víðari við teimum verkætlanunum, tey hava ætlað sær undir, spyr hon.