Tað undrar Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, at Vinnuhúsið málar ræðumyndir av politikkinum hjá samgonguni.
Hon sipar til eina fráboðan úr Vinnuhúsinum beint fyri ólavsøku, har Vinnuhúsið átalaði, at hóast samfelagshjólini mala við fullari ferð, eru ongi tekin um, at samgongan ætlar at traðka á bremsurnar. Vinnuhúsið samanber støðuna í dag við áttatiárini, tá ið Føroya fóru so logandi á heysin.
Les meiri um tað her: Tey ræðast politikkin hjá samgonguni
Tá ið ólavsøkurøðan hjá løgmanni varð til umrøðu í Løgtinginum, gav Poul Michelsen rættiliga ilt av sær og helt, at framferðin hjá vinnuhúsinum er niðrandi.
Les meiri um tað her: Virðingin er so lítil at eg eri málleysur
Eisini Kristina háfoss undrast á framferðina hjá Vinnuhúsinum. Hon staðfestur, at støðan í áttatiárunum kann als ikki samanberast við støðuna í dag. Hon ásannar, at tað er nógv ferð á byggivinnuni og tí fer samgongan eisini at endurskoða sínar íløguætlanir við tí endamáli at lata nakrar íløgur bíða fyri at taka trýstið av byggivinnuni.
– Men tað merkir ikki, at búskapurin annars kann samanberast við búskapin í áttatiárunum. Í áttatiárunum varð framgongdin bygd á lán, tí støðan var tann, at bæði vinnan, privatfólk og landskassin, lænti pengar í stórum stíli til tað virksemi, sum var.
Samstundis veðhelt landskassin fyri hundraðtals milliónir fyri fiskiskip, umframt at hundraðtals milliónir vórðu lætnar í studningi til vinnuna á hvørjum ári.
– Í dag er framgongdin í búskapinum drivin av vinnuligari framgongd og av útflutningi, staðfesti Kristina Háfoss, tá ið løgtingið umrøddi ólavsøkurøðuna. Samstundis er ongin studningar longur, og heldur einki almenn veðhald, legði hon afturat.
– Vit eru væl bjálvað til at taka eitt nos. Privatfólk spara stórar upphæddir saman í bankunum, umframt at bæði kommunur og landskassin setur stórar upphæddir til viks. Harafturat eru útlánini úr bankunum nógv minni enn innlánini.
Í hesum sambandi vísir hon á, at innistandandi hjá føroysku húsarhaldunum er hækkað tvær milliardir hesi síðstu árini, og hjá vinnuni er tað hækkað eina milliard.
Hesar seinastu 12 mánaðirnar eru útlánini hjá bankunum til húsarhaldini hinvegin bara vaksin tvey prosent, sum er nógv minni enn búskaparligu vøksturin, og hjá vinnuni eru tey vaksin eitt prosent. Sostatt veksa innlánini nógv meiri enn útlánini, og útlánini veksa verri enn so líka skjótt sum búskapurin veksur.
Bjørt Samuelsen tingkvinna fyri Tjóðveldi, tekur undir við teimum báðum, men hon vísir samstundis á, at tá ið rætt skal vera rætt, hevur Vinnuhúsið eisini staðfest, at kappingarførið hjá Føroyum er munandi styrkt hesi seinastu árini, tí vit eru farin frá 79 plássi av øllum heimsins londum, upp á 38. pláss.