##med2##
Millum tey sum standa vakt til Tórsfest í kvøld er Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðharri.
Kristina Háfoss eigur eisini børn sum íðka ítrótt, og tí heldur hon, at tað er upplagt, at hon eisini tekur eitt tørn sum vaktarstarvsfólk til Tórsfest.
Kristina Háfoss hevur ikki upplivað, at nakar heldur tað verða løgið, at hon stendur sum vakt: Vit eru allir borgarar sum gera okkara skyldu, sigur fíggjarmálaráðharrin.