Um ein lítlan tíma fer Kristina Háfoss at boða starvsfólkunum í Mentamálaráðnum frá, at hon leggur frá sær sum landsstýriskvinna í mentamálum. Orsøkin sigst verða persónlig
Sambært Rás2 brestur ein politisk bumba, tí Kristina Háfoss fer klokkan 14 at almannakunngera, at hon leggur sær sum landsstýriskvinna í mentamálum. Lítið og einki er likið út um, hvat orsøkin er, men sum skilst eru tað av persónligum grundum, at hon hevur tikið hetta stóra stigið.
Øll tingmanningin og landsstýrismanningin í Tjóðveldinum heldur í løtuni fund um málið, og klokkan 13 verða starvsfólkini í Mentamálaráðnum kunnað um avgerðina hjá Kristinu Háfoss.
Vit fara at halda okkum frá at gita, um tað eru aðrar orsøkir enn tær persónligu, sum ávrika avgerðina hjá Kristinu Háfoss, men tað er eingin loyna, at tað hava verið trupulleikar í Mentamálaráðnum. Fyri kortum fór aðalstjórin, Petur Petersen, frá, og bleiv fluttur í Løgmannskrivstovuna í Tinganesi.
Sambært Rás2 afturvísir Kristina Háfoss ikki, at hon hevur gjørt av at leggja frá sær, men sigur, at hon fyrst má kunna starvsfólkini, áðrenn hon ger nakrar viðmerkingar.