Kristina fær føroyska hjálp í kvøld

Kendur føroyskur tónleikari er við á pallinum

Kristina Bærendsen verður ikki einsamallur føroyingur á pallinum, tá ið hon og Páll Rósinkranz fara at framføra í íslendska Eurovision.

Saman við sær hava Páll og Kristina tónleikarar á pallinum, og ein av teimum er Jákup Zachariassen.

Jákup spælir steel-gittar á sanginum Tú og eg, og hann er eisini farin til Íslands at verða við í sjálvum Grand Prixnum í kvøld.

Sangurin hjá Kristinu er nummar 4 í røðini við 6 sangum í kvøld. Tríggir av teimum seks sangunum koma í finaluna, sum verður næsta vikuskiftið.