Kristina Bærendsen hevur seinastu tíðina verið í Íslandi, har hon fyrireikar seg til framførslu í íslendska Eurovision. Kristina skal syngja duett saman við Páll Rósinkranz.
- Eg eri sera væl móttikin í Íslandi. Fólk eru sera blíð og tolin við meg, tí nógv er nýtt fyri meg her, og eg dugi ikki íslendskt. Tað kennist eisini gott, at fólk trúgva upp á meg sum eina songkvinnu her, sigur Kristina Bærendsen.
- Men eg má siga, at eg dugi bara at úttrykkja meg sum tann persónur, eg eri, á føroyskum máli, og tí kenni eg meg eitt sindur avmarkaða her í Íslandi. Eg veit ikki ordiliga, hvussu eg skal siga øll míni serlig úttrykk á íslendskum, sigur hon.
Tólv sangir eru við í Eurovision í Íslandi, og kappast verður í tveimum innleiðandi umførum í Háskólabio. Tríggir sangir koma víðari frá hvørjum umfari til finaluna, sum verður hildin í Laugardagshøllini leygarkvøldið 11. mars. Kristina Bærendsen og Páll Rósinkranz eru við í seinna innleiðandi umfarinum nú leygarkvøldið.










