Fótbóltur
Eitt av feløgunum, sum seinnu árini hevur nærkast oddinum í føroyskum kvinnufótbólti alt meira, er B68.
Og eftir bronsumerkið í fjør er nú líkt til, at toftakvinnurnar vilja vinna seg enn longur upp. Hópurin frá teimum báðum seinastu árunum er at kalla intaktur, og nú hevur felagið fingið tilgongd av einum leikara, sum telist millum tær bestu í landinum.
Kristian Eyðbjørnsdóttir úr Leirvík átti sín stóra lut, tá KÍ fyrraárið vann greipuna, og gjørdist hon tá bæði toppskjútti og ársins leikari í kvinnudeildini.
27 ára gamla miðvallarin fer komandi árið at spæla fótbólt á Toftum, og tað er einki at ivast í, at hetta er stórur styrkur hjá felagnum.
Umframt nýggja leikaran, hevur B68 eisini nýggjan venjara í ár. Ársins venjari í fjør, Herman Jacobsen, hevur ikki longur møguleika at venja liðið, og í hansara stað er Mortan Hansen settur. Mortan hevur áður verið venjari hjá kvinnunum, og á heimasíðuni hjá B68 verður sagt, at nýggi venjarin er settur eftir ynski frá leikarunum.









