Kristina Clementsen er varafólk á tingi hjá Tjóðveldi og í dag hevur hon tikið sæti á tingi. Tá ið Kristina varð vald sum varafólk á valinum í 2015, var hon bert 19 ára gomul.
Tann yngsti, sum er valdur á ting yvirhøvur, er Jákup í Jákupsstovu, sum varð valdur á ting fyri Javnaðarflokkin í Vága valdømi við 234 persónligum atkvøður tann 6. november í 1945. Og hetta metið hevur eingin tikið hesi 70 árini. Jákup í Jákupsstovu var tá 23 ára, 3 mánaðir og 30 dagar gamal.
Á løgtingsvalinum 29. oktober í 2011 varð Hanus Samró valdur á ting. Hann er tann næstyngsti, sum valdur er á ting. Hanus Samró var tá 23 ár, 5 mánaðir og 29 dagar gamal.
Á løgtingsvalinum í 1966 var Finnbogi Iskasen (Ísakson) valdur á ting. Tá var hann tann næstyngsti nakrantíð – nú tann triðyngsti. Finnbogi Isaksen var fá 23 ár, 9 mánaðir og 1 dag.
Í desember í 2015 tók Kristina Clementsen úr Tjóðveldinum fyrstu ferð sæti á tingi sum yngsta tingfólk nakrantíð, ið hevur havt sæti á tingi. Hon er 19 ára gomul. Tað metið átti Jørgen Niclasen, sum í 1989 hevði sæti á tingi í nakrar dagar fyri Svend Åge Ellefsen. Hann var tá 20 ára gamal.
Jørgen Nicalsen fekk fast sæti á tingi í 1991, tá Svend Åge Ellefsen fór í landsstýrið. Tá var Jørgen 22 ára gamal og yngsti maður, sum hevur havt fast sæti á tingi. Hetta metið tók Jákup Sverri Kass úr Sjálvstýrisflokkinum í 1998, tá hann fekk fast sæti á tingi fyri Helenu Dam á Neystabø, sum tá fór í landsstýrið. Jákup Sverri Kass var tá 21 ára gamal.
Hóast Kristina Clementsen nú eigur metið sum yngsta fólk á tingi nakrantíð, so er tað undrunarvert, at vit skulu leita meira enn 70 ár aftur fyri at finna yngsta fólk, sum er valt á ting.










