Kristin ynskti vinnulívinum bjarta framtíð

- Tað er ein eydna fyri okkara bý, at vinnulívsfólk her á staðnum hava áræði og dirvi at bróta upp armar og leggja til brots til frama fyri land og fólk, segði Kristin Michelsen, borgarstjóri

Hátíðarhald

Í røðu síni á bryggjuni, tá ið Drelnes legði at á Tvøroyri, vísti borgarstjórin, Kristin Michelsen á, at tað í ár eru liðin 148 ár, síðan stóri slóðbrótarin í føroyskum vinnulívi, Jóhan Mortensen, byrjaði sítt handilsvirki á Tvøroyri.
- Hesin víðskygdi maður var langt frammanfyri sína tíð. Hann byrjaði bæði innanoyggja-og uttanlandssigling. Á henda hátt gjørdi hann Tvøroyri til sjálvan krumptappin í vinnulívinum her á landi.
Hann segði, at sum borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu er tað honum ein heiður at ynskja oldurabbasoninum hjá Jóhan, Gudmundi Mortensen, hjartaliga tillukku við enn einum fiskifari.
- Gamalt er, at tað eru sjey góð ár og sjey rak ár. Tað er ein eydna fyri okkara bý, at tú hevur áræði og dirvi at bróta upp armar og leggja til brots til frama fyri land og fólk.
Kristin vísti á, at Gudmund hevur hetta dirvi og áræði - eisini í tíðum sum hesum, nú fiskivinnan liggur í tungum sjógvi, eina mest av methøgum oljuprísum.
- Vit, sum búgva í syðsta enda av landinum, mugu síggja í eyguni, at vit eru og koma í mong ár aftrat koma at vera ein útjaðari í Føroyum. Somuleiðis mugu vit síggja í eyguni, at tað verður fiskivinnan, sum kemur at vera okkara høvuðsvinna.
Borgarstjórin segði, at navnið, Drelnes, er gamalt navn í fedranna reiðaríi, sum hann tók til.
- Tvøroyrar býráð ynskir skip, manning og reiðaríi góðan byr og Guðs signing.
Í røðu síni bað Kristin eisini umbering fyri, at eingin úr býráðnum møtti, tá ið Hoyvíkingur kom inneftir Trongisvágsfirði við TB á bógnum.
- Tí vil eg eisini nýta høvi at ynskja hesum fari, manning og reiðaríi góða byr og Guðs signing.
Áðrenn hann endaði við at lesa upp eitt sálmaørindi eftir Gudmundi Bruun, ynskti hann øllum, sum varða av vinnulívinum í Tvøroyrar kommunu, eina bjarta framtíð.
- Ofta skulu tung tøk takast, og tá krevst áræði og dirvi. Eg havi ta álit á vinnulívsfólkunum her á staðnum, at tit megna at taka hesi tøk, segði Kristin Michelsen, borgarstjóri.