TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Tróndur Arge hevði á Rás2 við miðvallaran hjá AB, Kristin Restorff Mouritsen, aftaná 3-1 sigurin hjá AB norðuri í Klaksvík.
Sambært Kristini hevur AB lært nógv av 0-4 tapinum ímóti KÍ fyrr í ár. Í dag vóru AB-arnir sambært Kristini 100 prosent fokuseraðir. Nú liggur lagnan aftur í egnum hondum hjá AB-arnum. Í komandi umfari verður lagnudystur úti á Argjum millum AB og FC Suðuroy, har vinnarin kann taka eitt stórt stig ímóti at bjarga sær tilveruna, sum lið í effodeildini.