Kristin Michelsen er, sum øllum kunnugt, ein av samgongulimunum, sum hevur verið harðast í sínum atfinningum móti fiskivinnunýskipanaruppskotinum hjá Føroya Landsstýri.
Seinastu dagarnar hevur dúliga verið roynt at reka hann og onnur í rætt, so at samgongan samd kann standa aftan fyri álitið, sum bleiv lagt fyri tingið í gjár, men tá in.fo tosar við suðuroyartingmannin, vil hann framvegis ikki veita uppskotinum sín treytaleysa stuðul.
- Tað er long tíð til fríggjadagin, og vit kunnu eisini gera broytingar millum aðru og triðju viðgerð, sigur Kristin Michelsen.
Tinglimir úr bæði andstøðu og samgongu róðu í gjár uppundir, at atkvøðurnar hjá teimum báðum suðuroyartinglimunum vóru keyptur, millum annað fyri átta milliónir krónur, sum skuldu játtast til at keypa tól til Suðuroyar Sjúkrahús fyri.
Hvussu er og ikki, so vil Kristin Michelsen ikki siga, um hann tekur undir við uppskotinum ella ikki.
- Tað fáa tit at síggja fríggjadagin, sigur hann.










