Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu og løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, er í dag farin í feriu frá starvinum sum borgarstjóri á Tvøroyri. Tað boðaði hann frá á býráðsfundi hjá kommununi 13. november.
Fyri Miðlahúsinum upplýsir Kristin Michelsen, at hann einans er farin í feriu frá starvinum sum borgarstjóri, og heldur fram í starvinum sum løgtingslimur. Løgtingslimurin upplýsir eisini, at tað er óvist hvussu leingi hann er í feriu frá starvinum sum borgarstjóri.
Meðan Kristin Michelsen er í feriu frá borgarststjórasessinum røkir Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri, starvið sum borgarstjóri.
Hetta er fyrstu ferð, at Anita Vibergsdóttir røkir starvið sum borgarstjóri. Anita bleiv fyrstu ferð vald í Tvøroyrar býráð í 2012.