Kristin Michelsen, Javnaðarflokkurin, segði, at hann fer at taka undir við tí tilmæli, sum ein arbeiðsnevnd kemur við.
- Lat meg eisini sláa fast, at eg ikki er keyptur av nøkrum reiðara, segði Kristin Michelsen.
Hann helt eisini, at andstøðan skuldi koma ov væl í gongd, tí hon megnaði so ikki at gera nakrar broytingar ella nakrar breiðar semjur.
Hann segði, at hetta uppskotið hevur verið til hoyringar, men tey allarflestu mæla frá at koma við uppboðssøluni.
- Eg fari at heita á landsstýrismannin um at taka uppboðssøluna úr uppskotinum aftur. Tað fer onki av landsstýrismanninum ella samgonguni um hetta verður gjørt, segði Kristin Michelsen.
Hann segði eisini, at Sambandsflokkurin legði upp til samstarv her og nú og so kunnu vit lata Fólkaflokkin sigla sín egna sjógv.
Spurdur um hann kortini fór at atkvøða fyri uppskotinum um uppboðssølan ikki verður tikin úr uppskotinum, segði Kristin Michelsen at atkvøðugreiðsla er ikki í dag.