Kristin Michelsen: Rætt at gjalda tað sama fyri allar tunlar

– Tað er púra rætt at fara undir at gera tunnilin, men vit mugu øll standa saman um at gjalda

– Vit eru ein partur av føroyum við 10 prosent av fólkatalinum. Og tá tosað verður um nyttuvirði, so útflytur Suðuroy rættiliga nógv av útflutningi Føroya.

Tað segði Kristin Michelsen, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, við útvarpið í gjárkvøldið.

Sambært framløguni hjá Landsverki í gjár, so fer tað at kosta 5,4 milliardir krónur at gera tunnilin umframt avleiddar íløgur í vegir og annað. Og ein møguleiki at fíggja tunnilin er, at allir tunlar verða lagdir í eitt og sama felag, og at tað fer at kosta tað sama at koyra í øllum tunlum. Um gjaldið verður sett til 67 krónur hvønn vegin í øllum tunlum, so hongur verkætlanin saman. Annar samhaldsfastur møguleiki er at hækka vegskattin hjá øllum við 4.500 krónum. 

Kristin Michelsen heldur hendan leistin vera rættvísan og samhaldsfastan.

– Tað er púra rætt at øll eru við til at gjalda, segði Kristin Michelsen við útvarpið hjá Kringvarpinum.