Kristin Michelsen hevur lagt eina bumbu undir løgmann og samgonguna. Hann hevur saman við nøkrum andstøðupolitikarum lagt fram uppskot á ting um, at Fámjinstunnilin verður gjørdur áðrenn Dalstunnilin.
Løgmaður hevur boðað frá, at um samgongufólk taka undir við einum andstøðuuppskoti, sum kostar nógvar pengar, so er eingin samgonga meira. Við útvarpið sigur løgmaður, at hetta uppskotið er eitt slíkt uppskot.
Tingfólkini, sum hava lagt uppskotið fram, eru:
Jenis av Rana
Bill Justinussen
Jacob Vestergaard
Kristin Michelsen
Kári P. Højgaard
Kaj Leo Holm Johannesen
Magni Laksáfoss
Her er at merkja sær, at umboð fyri allar andstøðuflokkarnar eru uppskotstillarar saman við uttanflokkatingmanninum Magna Laksafoss, sum áður hevur atkvøtt saman við samgonguni.
Politiska støðan er fløkt – serliga tí, at tað gongur so illa hjá Aksel V. Johannesen at hava tamarhald á egnu tingmanning síni.
Sum politiska støðan er nú, so verður Kristin Michelsen orsøkin til, at samgongan hjá Aksel V. Johannesen fellur.