Kristin Michelsen heldur jól í Danmark

- Tað er eitt megnar arbeiði, sum tilbúgvingarfólkini gera, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri og løgtingsmaður, sum í ár heldur jól í Danmark.

- Vit halda jól á Frederikgsberg í Danmark. Jólaaftan vóru vit í kirkju, og eftir at hava fingið andaliga føði, ótu vit dunnu.

 

Tað sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu og løgtingsmaður, sum í ár heldur jólini í Danmark.

 

- Í dag - 1. jóladag - fara vit eisini í kirkju, og síðan fara vit at eta ræst kjøt. Í morgin verður enn ein túrur í kirkju, har dóttir okkara skal standa gumma í Godthåbskirkju hjá einum systkinabarni hjá sær.

 

Kristin Michelsen sigur, at tá tey koma aftur frá barnadópinum, fara tey at eta ymiskt, bæði føroyskt og danskt.

 

- Eg havi keypt jólagávu til dóttrina - við hjálp frá konuni og til konuna - við hjálp frá dóttrini. Restina av jólagávunum hava tær báðar ornað.

 

Spurdur, um veðrið í Føroyum hevur ávirkað jólini hjá teimum, sigur borgarstjórin og løgtingsmaðurin, at tá hann er burtur, fær hann ikki gjørt nakað við veðrið í Føroyum.

 

- Men, vit hava fylgt væl við, hvussu støðan í Føroyum er, og vit hava eisini sæð, at øll ikki fingu møguleikar at hugna sær saman við sínum kæru.

 

Kristin Michelsen sigur, at hann í hesum sambandi serliga hugsar um tað megnar arbeiði, sum tilbúgvingarfólkini gera, og meðan veðrið hevur leikað í, hevur hann havt tætt samband við tilbúgvingarleiðaran í økinum.

 

- Eg vil gjarna nýta høvi at ynskja øllum tvøráfólki og føroyingum øllum eini góð og gleðilig jól, sigur Kristin Michelsen.