Kristin Michelsen heldur fram sum borgarstjóri

Kristin Michelsen heldur fram sum borgarstjóri á Tvøroyri. Tað váttar Anita Vibergsdóttir, ið sjálv verður varaborgarstjóri.

 

Kommunulistin og Borgaralistin hava gjørt eina samstarvsavtalu komandi fýra árini. Anita Vibergsdóttir, ið er einasta umboð á Borgaralistanum, sigur, at hon sá bestu møguleikar fyri framburði á Tvøroyri saman við Kommunulistanum.

 

- Um mann hyggur eftir hvat er hent á Tvøroyri seinastu fýra árini og hvørjar avbjóðingar, ið kommunan stendur yvirfyri næstu árini, so metti eg, at eitt samstarv við Kommunulistanum var frægasta loysn, sigur Anita Vibergsdóttir.

 

Hon metti seg standa hugsjónarliga ov fjart frá Javnaðarflokkinum til at gera eina samstarvsavtalu við tey.

 

Anita Vibergsdóttir var skjót at melda út í gjár, at hon ætlaði sær eftir borgarstjórasessinum. Tann sessin fekk hon so ikki.