Kristin lovar at møta betur upp

Hóast Kristin Michelsen ikki hevur møtt upp til 16 av 42 teimum seinastu tingfundunum, so ætlar hann sær framvegis at røkja bæði starvið sum løg­tingsmaður og sum borgarstjóri á Tvør­oyri.

Eirikur Lindenskov

Tað segði hann við út­­varpið hjá Kring­varp­inum í sambandi við tíðindi um ringu upp­møt­ingina hjá honum. Hann vísti á, at orsøkin er, at ferða­sam­bandið mill­um Suðuroy og Havn­ina er so vánaligt, at hetta ber ikki til.

Men hesum vísti Sirið Stenberg, sum eisini er ting­kvinna í Suðuroy, aft­ur. Hon møtti til 41 av teim­um 42 fundunum. Men hon hevur sagt sítt boargaliga starv sum heilsuførðingur frá sær, tí hon fær ikki røkt tvey heiltíðarstørv, og tí hon heldur, at løgtingslønin er so mikið góð, at tað er nóg mikið.