Kristin gjørdi av við Skála

1. DEILD: Tað tók Kristini R. Mouritsen tíggju minuttir at gera hattrikk, tá ið teir næstbestu hjá HB vunnu 4-0 á Skála. Nýggja liðið í næstbestu fótbóltsdeildini, Skála, legði rygg til stórtap í Gundadali seinnapartin.

Á ovara vølli vann HB 4-0, eftir at 1. hálvleikur var endaður málleysur.

Fimm minuttir eftir steðgin setti Jónberg á Mýrini hol á, og so tók Kristin R. Mouritsen sær um reiggj. Hann skoraði til 2-0 í 69. minutti, til 3-0 í 72. minutti og til 4-0 í 79. minutti.

Skálaliðið er spildurnýtt. Bara tríggir eru eftir at teimum, sum vóru við, tá ið skálamenn gjørdu um seg í fremstu røð. Tá vóru hesir tríggir ikki millum teir fyrsu ellivu.