Kristin flýggja úr Miðeystri

Journalisturin Klaus Wivel hevur seinnu árini ferðast millum tey kristnu í Miðeystri og skjalfest teirra lagnur. Sunnudagin greiðir hann frá, hvussu støðan er hjá teimum kristnu, sum gerast alsamt færri í Miðeystri

Í mong ár hava tey kristnu verið umleið 10 prosent av tí samlaða fólkatalinum í arabiska heiminum. Í dag eru umleið fýra prosent eftir. Tey kristnu rýma til Europa, Kanada, USA, Suðuramerika og Australia, og tey rýma undan forfylging, diskriminatión, álopum og hóttanum.
Hetta er bakgrundini fyri fyrilestri, sum Klaus Wivel, ið er journalistur og korrespondentur á donsku Weekendavísini, fer at halda í Føroyum um vikuskiftið.
Seinastu árini hevur Klaus Wivel ferðast millum tey kristnu í Miðeystri og skjalfest teirra lagnur. Í Gaza-geiranum, á Vestara áarbakka, í Libanon, Egyptalandi og Irak hevur hann tosað við kvinnur og menn, gomul og ung, prestar og aktivistar, sum øll hava rindað kostnaðin fyri at hoyra til ein minniluta, og sum øll hava ein felags ótta fyri at vera noydd til at rýma
Klaus Wievel hevur skrivað bókina “Den sidste nadver – en rejse blandt de efterladte kristne i den arabiske verden”, sum kom út á heysti í fjør. Framløgan hjá Wivel tekur støði í hesi bók, sum lýsir støðuna hjá teimum kristnu í arabiska heiminum.
- Vit skulu ikki hjálpa teimum kristnu í Miðeystri, tí tey eru kristin, men tí tey eru menniskju, sigur Klaus Wivel.

Várið sum hótti
Fyri mong kristin hevur tann arabiski uppreisturin, sum byrjaði á vári í 2011, einans verra um støðuna, og á heysti í fjør rópti Amnesty International varskó og heitti á politisku leiðararnar í økinum um at verja kristnar arabarar, áðrenn hesin minnilutabólkurin heilt er horvin í Miðeystri. Týski kanslarin, Angela Merkel, segði seinast í 2013, at stillisligi útraksturin av kristnum arabarum í Miðeystri er ein tann størsta uttanríkispolitiska avbjóðingin í okkara tíð.
Í vesturheiminum verða tey flýggjandi fólkini sædd sum arabarar og fáa lítla og onga hjálp. Heima í Miðeystri verða tey sædd sum kristin, sum hoyra heima í vesturheiminum. Tey gerast tí offur í einum størri stríði millum vesturheimin og muslimska heimin. Einum stríði, sum ikki er teirra.
Framløgan hjá Klau Wivel verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin kl. 16.00.