Kristin Michelsen verður verandi í Javnaðarflokkinum.
Tað er greitt, eftir at hann, og floksformaðurin, Aksel V. Johannesen, hava tosað saman í dag um støðuna.
Støðan hevur verið eitt sindur spent seinastu dagarnar, tí Kristin Michelsen var ikki nøgdur við mátan, flokkurin handfór málið um Gerhard Lognberg upp á, og sum endaði við, at hann varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum.
Tað, sum fekk bikarið at flóta yvir, var, at Gferhard Lognberg vildi ikki atkvøða fyri misálitinum á løgmann.
Tað gjørdi Kristin Michelsen ikki og tað ljóðaði, at hann vildi, at Gerhard og hann skuldi fáa somu viðferð.
Tí hevur hann umhugsað støðuna hesar seinastu dagarnar.
Men nú sigur hann, at hann og leiðslan í flokkinum hava tosað saman og at teir eru samdir um, at lata farið vera farið og at líta frameftir.
Í hesum liggur so eisini, at Kristin Michelsen verður verandi í Javnaðarflokkinum.
Men tað er so eisini tað einasta, Kristin Michelsen fæst at siga um málið.