Í morgin 9. oktober letur upp í Hoyvíkar kirkju bókaframsýning við bíblium og øðrum kristiligum lesnaði, ið fevnir um eitt tíðarskeið á 600 ár.
Framsýningin verður í fermingarstovuni í kirkjuni, og klokkan 17 seinnapartin í morgin fer Petur Martin Petersen at greiða frá framsýningini, ið fevnir um bíbliur, lestrarbøkur og sálmabøkur, sum røkka aftur til trúbótina.
Framsýningin í Hoyvíkar kirkju verður opin frá 9. oktober til leygardagin, 13. oktober, og allar dagar verður opið frá klokkan 15-18.










