Kristiliga Sangkórið við Norðskála og í Mjørkadali

Kristiliga Sangkórið er farið undir endaspurtin av várhálvuni. Síðsta venjing var farna týskvøld, og fýra spennandi tiltøk eru á skránni.

Mynd frá jólakonsertini hjá Kristiliga Sangkórinum í Haldarsvíkar kirkju í 2020.

Kristiliga Sangkórið hevur várkonsert í Kirkjuni við Norðskála sunnudagin 16. mai klokkan 16:00 við løttum vártónum, sálmaútsetingum og orgulspæli. Eftir várkonsertina fer kórið norður til Ljósá at eta ein betri bita á Rose’s Cafe. Kristiliga Sangkórið dámar væl at fara á kórferð til ymisk støð í landinum og at “gera ein túr burtur úr tí”.

 

Beint áðrenn várkonsertina luttekur Kristiliga Sangkórið eisini í gudstænastu í Hvalvíkar kirkju klokkan 12:00. Katrina Svartá lestur lestur. Kórleiðarin Sámal Matras Kristiansen er eisini organistur í Hvalvíkar kirkju, og kórið hevur tí siðvenju at vitja gomlu trækirkjuna einaferð um árið.

 

Kristiliga Sangkórið í Varðhaldið

 

Komandi týskvøld 18. mai fer Kristiliga Sangkórið tó ein heldur øðrvísi túr. Í staðin fyri venjing gongur leiðin niðan í Varðhaldið í Mjørkadali. Har verður sungið fyri teimum innsettu. Tiltakið er ikki opið fyri almenninginum.

 

At enda verður Kristiliga Sangkórið eisini at hoyra til hvítusunnugudstænastu í Vesturkirkjuni 23. mai, har Derhard Jógvansson prædikar.

 

Kristiliga Sangkórið vónar at hitta nógv sangglað fólk komandi dagarnar, áðrenn farið verður í summarfrí.

 

 

 

Mynd frá jólakonsertini hjá Kristiliga Sangkórinum í Haldarsvíkar kirkju í 2020.