Í ár eru fimmti ár síðan Kristiliga Sangkórið varð stovnað. Í hesum sambandi hevur kórið jubileumskonsert í Norðurlandahúsinum tann 29. nov. kl. 18.00 við fjølbroyttari skrá.
Kórið hevur í juli mánaða verið uttanlands og sungið. Í Roskilde Dómkirkju, í Lund dómkirkju og í Oslo dómkirkju, umframt aðrastaðni, t.d. í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
Sunnudagin 7. des. syngur kórið til gudstænastuna í kirkni í Hest og sama kvøld verður sungið í Kirkjubøar kirkju. Tann 14. desember syngur kórið í Vesturkirkjuni og 22. desember í Havnar kirkju.
Fyrsti leiðarin hjá Kristiliga Sangkórinum í 1953 var Holger Borgen Hansen (nú Lindhardt) og er hann í dag 87 ára gamal, hann kemur úr Danmark at vera við til konsertina tann 29. november og skal hann stjórna tveimum av sangunum, sum verða sungnir.
Síðan kórið varð stovna og fram til í dag hava verið fleiri leiðarar: Frank Reines, Alfred Dahl, Eilif Samuelsen, Jóannes Nolsøe, Knút Olsen, Kári Bæk, Bjarni Restorff, Pauli í Sandagerði, Inga Strøm og Hans Pauli Tórgarð.
Síðan september 1977 hevur Hanus Joensen, skúlastjóri í Tórshavnar kommunuskúla, verið kórleiðari.