Kristianna Winther Poulsen á ting

Nú Jógvan Skorheim í Klaksvík verður borgarstjóri, kann tað merkja, at hann fer at víkja sætið, sum hann hevur á tingi, har hann røkir tingsessin hjá Kára P. Højgaard.

Tað ber ikki til at sita á tingi og í landsstýrinum í senn, og tí mugu landsstýrismenn, sum eru valdir tingmenn, siga sessin frá sær, tá teir taka við landsstýrissessi. Av tí at Jógvan Skorheim var næsti maður á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum til løgtingsvalið, so er hann fastur tingmaður floksins, so leingi Kári P. Højgaard situr í landsstýrinum.

Men nú hann verður borgarstjóri, kann hugsast, at hann fer at leggja tingsessin frá sær fyri at røkja borgarstjórastarvið fulla tíð. Tingfólk kunnu bert hava hálvt alment starv við síðuna av tingarbeiðinum. Men tað er tó eitt undantak við borgarstjórum. Løgtingið, sum ofta er mannað við borgarstjórum, gjørdi í síni tíð tað undantak, at tað ber til at sita sum borgarstjóri og løgtingsmaður. Eitt nú situr Kristin Michelsen, tingamaður Javnaðarfloksins, sum borgarstjóri fulla tíð í Tvøroyarar kommunu. Aðrir borgarstjórar á tingi eru eitt nú Gerhard Lognberg í Skopun og Brandur Sandoy á Sandi.

Men ger Jógvan Skorheim av at leggja tingsessin frá sær, so kemur Kristianna Winther Poulsen í Havn á ting fyri Sjálvstýrisflokkin. Hon fekk 200 atkvøður á løgtingsvalinum, meðan Jógvan Skorheim fekk 245 og Kári P. Højgaard 317.

Og fær Kristianna Winther Poulsen fasta sessin á tingi, so verður Kári á Rógvi, fyrrverandi løgtingsmaður og floksformaður, varamaður hennara.