Kristianna: Vit góvu alt tað vit áttu

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Kristianna H. Joensen iðrar seg um tepra tapið.

- Tað ergiligt at tapa, men vit góvu alt tað vit áttu. Orðini eigur Kristianna Henneberg Joensen, sum var sera eyðsýnd og skeyt fýra mál, tá føroyska kvinnulandsliðið tapti tepurt 19-21 (8-8) ímóti Makedonia í høllini á Hálsi í Havn fyrr í kvøld.

 

Kristianna Henneberg Joensen er sera fegin um fyrra hálvleik: - Vit vóru nøgdar í steðginum. Eg haldi vit høvdu gott tamarhald á teimum í verjuni, segði Kristianna Henneberg Joensen í beinleiðis samrøðu við Trónd Arge á Rás2.

 

Kristianna Henneberg Joensen ásannar, at føroyska liðið hevði ikki líka gott tamarhald á Makedonia í seinna hálvleiki.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Kristionnu Henneberg Joensen.